Hoyr Trygva Absalonsen og Hjalgrím Elttør siga frá sigursmálinum Páll A. Klettskarð skoraði fyri KÍ móti Radnicki 1923 í seinna dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League. Hoyr eisini Hjalgrím taka samanum ein uppibornan sigur til KÍ. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við Odmar Færø, ið helt, at KÍ spældi ógvuliga skilagott. Trygvi prátaði eisini við Jóannes Kalsø Danielsen, ið fegnaðist um fantastiska uppbakkningin KÍ fekk við Djúpumýru í Klaksvík. MYND: Sverri Egholm, portal.fo.

Soleiðis vann KÍ seg víðari til triðja undanumfarið – Hoyr Odmar og Jóannes seta orð á sigurin
Skrivað
Dagfesting