Soleiðis vera fjórðingsfinalurnar í hondbólti spældar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Avgjørt er nú, nær fjórðingsfinalurnar í bestu deildunum í hondbólti skulu spælast. Í fjórðingsfinalunum spæla liðini bara ein dyst og vinnaran ferð víðari.

Lagt verður fyri fríggjakvøldið, tá ið menninir hjá H71 og Neistanum spæla í Hoyvíkshøllini klokkan 19.00.

Leygardagin verða báðar fjórðingsfinalurnar hjá kvinnunum spældar. Klokkan 18.00 tekur VÍF móti Stjørnuni í Vestmanna, og klokkan 19.30 spæla Neistin og StÍF í høllini á Hálsi.

Sunnudagin klokkan 16.00 verður seinasta fjórðingsfinalan spæld, tá ið menninir hjá StÍF og KÍF bresta saman í høllini á Skála.

Mynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo