,

Sølvi: – Gjørdist toppskjútti tí Klæmint fór av landinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Klæmint fór av landinum hetta kappingarárið, tí var tað kanska lættari at gerast toppskjútti í ár.

Tað sigur toppskjúttin í Betri Deildini hjá monnum, Sølvi Vatnhamar, til Fótbóltsgalla 2023, sum í kvøld verður hildið á Hotel Brandan.

Sølvi skeyt 21 mál í Betri Deildini í ár, og hann skoraði 20 mál, og so er spurningurin, hvørt Klæmint Andrasson Olsen fer at koppa honum av máltindinum til komandi kappingarár.

Hjá kvinnunum gjørdist Heidi Sevdal úr NSÍ toppskjútti. Hon skoraði 33 í Betri Deildini hjá kvinnum í ár.