Sølvi Vatnhamar: – Ein sera týðandi sigur fyri Víking
09.08.2026Aftaná 2-1 (2-1) heimasigurin hjá Víkingi á B68 fekk Brynjar J. Poulsen orðið á veteranin hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar. Sølvi staðfestir ein sera týðandi sigur hjá Víkingi. Sølvi heldur, at teir spældu væl í fyrra hálvleiki, men tað var óheppið, at teir lótu eitt mál inn beint undan steðginum. Ein 2-0 leiðslu hevði givið meira ró til seinna hálvleik.