Sonni gevst sum venjari í TB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sonni Djurhuus er ikki venjari hjá besta liðið hjá TB longur. Tað skrivar TB á Facebook.

– Sonni hevur ynskt at blíva loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá TB. Hann er í øðrum fulltíðarstarvið og hann metir at starvið sum høvuðsvenjari í Betrideidini hjá monnum er eitt fulltíðarstarv. Tí metir hann, at tann tíðin hann hevur havt saman við leikarunum hevur ikki verið nøktandi til tað, sum krevst av einum høvuðsvenjara. Hann metir tí at tað er best at hann trekkir seg, so at annar venjari kann koma til, ið hevur meira tíð saman við leikarunum, skrivar TB.

TB hevur tikið tað til eftirtektar og takkar Sonna fyri tað arbeiði, sum hann hevur gjørt fyri felagið.

TB sigur, at arbeiði at finna nýggjan høvuðsvenjara til felagið er byrjað.🤍