Sonni Ragnar heldur fram í 07 Vestur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

07 Vestur boðar frá, at felagið hevur gjørt nýggjan 2 ára sáttmála við 30 ára gamal miðverjuleikaran Sonna Ragnar Nattestad.

07 Vestur skrivar soleiðis á Facebooksíðuni hjá felagnum:
-Nú føðingardagurin hjá okkum nærkast, kunnu vit við gleði kunngerða, at í kvøld hevur Sonni Ragnar Nattestad skrivað undir sáttmála við 07 Vestur. Ikki bara tað. Sáttmálin hesuferð er galdandi í 2 ár.

Víðari sigur felagið:
– Sonni hevur í ár prógvað, at tað var eitt gott hugskot at fáa hann heim aftur. Hann hevur verið ein undangongumaður á liðnum. Nógvar av dystunum hevur hann verið liðskipari og hevur stýrt liðnum við kønari hond. Eisini hevur hann vegleitt og víst okkara ungu leikarum á leið. Tað er heilt víst ein styrkur at hava ein so royndan spælara at ganga á odda.

Sonni Ragnar Nattestad fór ungur til FC Midtjylland at royna fótbóltseydnuna, og spældi við fleiri ymiskum feløgum í Norðurlondum, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya at spæla við B36 í 2020.

Í ár hevur hann so spælt við barndómsfelagnum 07 Vestur, og nú er greitt at heldur fram har í tvey ár.

Sonni Ragnar Nattedsen hevði í fleiri ár fast pláss á landsliðnum. Men seinnu árini hevur verið longri millum landsdystirnar, og hann var ikki í við landsliðshópinum, sum var tikin út fyrr í vikuni.