Brazil var vertstjóð fyri HM 1950 og tað hevði gingið serstakliga væl. Í seinasta dystinum tann 16. juli var ein javnleikur nokk og tí tóku brasilianar sigurin fyri givnan. Tað vóru 203.849 áskoðarar til endadystin, harímillum ríkisumboðsmaðurin fyri landslutin Rio, sum undan dystinum tók mikrofonina og mælti: “Eg gleði meg til, at eg um minni enn tímar kann fagna tykkum sum heimsmeistarar. Tykkara javnlíkar finnast ikki á jørðini.” Allir leikararnir høvdu longu fingið eitt gull-ur, og ein hálv millión stuttermdar blusur vórðu seldar við áskriftini “Campeão do Mundo”.
Men Uruguay vann 2-1 á Maracanã leikvøllinum, hóast líkindini vóru alt annað enn góð. Óvæntaða tapið, sum verður rópt Maracanaço, hevði stóra ávirkan á brasilska samfelagið og nógv góvu Moacir Barbosa skyldina, tí hann ikki bjargaði teimum báðum málunum hjá Uruguay; serliga tað seinna frá Alcides Ghiggia. Tá hjálpti tað onki, at altjóða fjølmiðlar skýrdu Moacir Barbosa at vera besta málmann í endaspælinum. Tað gingu 49 ár, áðrenn ein afrobrasilianari aftur slapp at standa millum stólparnar.
Friaça legði annars Brazil á odda beint eftir steðgin, men Varela gjørdist betur og betur sum dysturin leið. Hann fann Ghiggia á høgra vongi, sum fór turnandi fram við Bigode og fann Juan Schiaffino við nærmastu stong: 1-1. Ghiggia varð aftur spældur leysur ímóti Bigode, sum hesaferð lá tættari, men einsamallur. Ghiggia legði av til Julio Pérez, men fekk bóltin aftur. Í málinum roknaði Moacir Barbosa við einum innleggi, men Ghiggia bumbaði bóltin beint inn við nærmastu stong. Uruguay gjørdist heimsmeistari í staðin fyri Brazil og syndabukkarnir gjørdust myrku leikararnir á liðnum: Bigode, Juvenal og ikki minst – Moacir Barbosa. Onki orð um, at allir brasilianar høvdu kannað sær bitan frammanundan, bløðini høvdu uppøst fólkið, hópurin varð fluttur úr tryggum umstøðum og politikkararnir ynsktu at sóla sær í góða úrslitinum. Brazil lá í sorg.
Tríggir brasilianarar doyðu av hjartatilburði, meðan teir lurtaðu í útvarpinum, og tríggir aðrir doyðu av ófriði eftir dystin. Tá tey síðstu tíðindafólkini fóru av Maracanã leikvøllinum sótu framvegis 50.000 friðaligir, óðir og skelkaðir áskoðarar eftir á áskoðaraplássunum 20.000 óbrúktar sjampanjufløskur vórðu burturgoymdar.
Í Brasil varð lýst landasorg og tann hvíta blusan, sum hevði verið brúkt síðani 1919, varð nú sett í samband við ein tjóðskaparligan sorgarleik. Sorgarleikurin varð síðani kallaður Maracanaço og La Seleção valdi tí at taka støði í grønu og gulu litunum í tjóðarflagginum, sum ímynda regnskógin í Amazonas og stóra gullríkidømið í landinum. Blátt (sum er 4. liturin í flagginum saman við hvítum) kann koma fyri á útivølli, men tað er fyrst og fremst í Canarinha-blusuni, at Brasil hevur fingið sínar størstu sigrar.