HM-endaspæl í manshondbólti, hálvfinala
Danmark – Portugal 40-27 (20-16)
Eingin steðgar Danmark, og tað gjørdi Portugal heldur ikki í hálvfinaluni Í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Danmark kom beinanvegin í gongd, og Portuga hevði heilt tíðliga í dystinum tríggjar mans útvístar samstundis.
Danmark nýtti høvi at koma nøkur mál fram um. Emil Nielsen tók tvey brotskøst, og í hinum endanum streyk Mathias Gidsel í gjøgnum verjuna.
Portugal gavst kortini ikki, og teirra álopspæl var eisini gott. Danska verjan hevði torført við steðga teimum, og Portugal kom eisini niður á eitt mál á muni 14-13.
Tað eydnaðist eisini lutvíst hjá Portugal at steðga Mathias Gidsel. Men Denmark hevur fleiri góðar leikarar, so sum Simon Pytlick og Rasmus Lauge, sum í staðin skoraðu málini.
Danmark dróg frá aftur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og førdi 20-16 í steðginum.
Í seinna hálvleiki orkaði Portugal ikki meira, og tað kom meira og meira til sjóndar, at Portugal ikki hevur líka stóra breidd sum Danmark.
Eftir eina løtu hølvaði Danmark Portugal av. Donsku skjótálopini skolaðu móti portugisiska málinum, og í hinum endanum vísti Emil Nielsen veruliga, at hann er heimsins besti málverji.
Tað var eingin vegur aftur hjá Portugal, og móti endanum av dystinum lat danski landsliðsvenjarin, Nicolaj Jacobsen, vanligu eykamenninar fáa møguleikan.
Endin var, at Danmark vann 40-27, og sunnudagin spæla teir finaluna móti Kroatia í Oslo.
Danmark er stórfavorittur at vinna finaluna, og Kroatia spæl veruliga spæl yvir evnir, sum teir skulu hava nakran møguleika at vinna móti møguliga heimsins besta landsliðið nakrantíð.