EM-undandystur í manshondbólti
Føroyar – Ukraina, við Tjarnir kl. 17, 11. mai 2025
Við flotta sigrinum á útivølli móti Kosovo fyrr í vikuni, tryggjaðu føroysku hondbóltsmenninir sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2026.
Harvið stendur ikki so nógv upp á spæl í landsdystinum móti Ukraina í høllini við Tjarnir í dag, sum tað var lagt upp til.
Kortini stendur nokk so nógv upp á spæl. Við einum sigri vinna Føroyar nevniliga EM-undanbólk 6, og tað gevur Føroyum betri útgangsstøði, tá ið kastast skal lut um bólkarnar í EM-endaspælinum. Føroyar kunnu tá enda í styrkislagi 2, 3 ella 4 alt eftir úrslitinum móti Ukraina í kvøld, og úrslitunum hjá øllum hinum londunum í kvøld.
Føroyska landsliðið er nú so mikið gott, at tað er greiður favorittur at vinna móti Ukraina í okkara sterka heimavølli í høllini við Tjarnir í dag.
Áhugin at síggja Føroyar er framvegis risa stórur, og høllin við Tjarnir verður fullsett, tá ið okkara hondbóltshetjur trína á vøllin klokkan 17.
Í hinum dystinum í bólkinum spæla Niðurlond og Kosovo, samstundis, sum Føroyar spæla.
Stigatalva EM-undanbólkur 6
D | V | J | T | Mál | Munur | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1. Føroyar | 5 | 3 | 1 | 1 | 153 : 142 | +11 | 7 |
2. Niðurlond | 5 | 2 | 2 | 1 | 171 : 163 | +8 | 6 |
3. Ukraina | 5 | 2 | 0 | 3 | 167 : 163 | +4 | 4 |
4. Kosovo | 5 | 1 | 1 | 3 | 133 : 156 | -23 | 3 |