Spæla móti Georgia seinnapartin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag klokkan 17.00 spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti vinardyst móti Georgia niðri í georiska høvðusstaðnum Tblisi. Sjónvarpið vísir dystin beinleiðis.

HM-undandysturin móti Gibraltar 2. Hvítusunnudag er tann mest týðandi í hesum umfarinum. Men hóast tað, so segði so segði Eyðun Klakstein, landliðsvenjari, við FM1 eftir landliðsúttøkuna, at teir kunnu brúka vinardystin móti Gibraltar til at fyri fyrireika seg til hinar dystirnar, og at teir fara at gera tað besta teir kunnu.

Georgia sparir fleiri leikarar til dystin móti Føroyum. Millum annað er stjørnuleikarin í PSG, Khvicha Kvaratskhelia, sum júst hevur vunnið Champions League, ikki við.

Samuel Chukwudi og René Shaki Joensen hava givið avboð til landsdystirnar ímóti Georgia og Gibraltar. Í staðin eru Gullbrandur Øregaard og Martin Agnarsson boðsendir

Hópurin

  • Bárður á Reynatrøð, Víkingur
  • Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
  • Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
  • Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
  • Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
  • Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
  • Odmar Færø, KÍ Klaksvík
  • Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
  • Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
  • Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
  • Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
  • Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
  • Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
  • Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
  • Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
  • Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
  • Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
  • Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
  • Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
  • Poul Kallsberg, Víkingur
  • Petur Knudsen, NSÍ Runavík
  • Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
  • Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

2. Hvítusunnudag klokkan 19.45 spæla Føroyar HM-undandyst móti Gibraltar heima á Tórsvølli.