Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag heitir á fólk at spæla náttúrubingo í summar, eitt stuttligt spæl, sum ger túrin í náttúruni til eina skattaveiðu fyri bæði børn og vaksin.
Spælið kann brúkast í haga, í ánni, í fjøru ella í býnum, og gevur høvi at síggja og undrast yvir smálutir, vit annars ikki leggja merki til.
Kanska sært tú eitt plantuslag, eitt smákykt, ella okkurt, sum fær teg at spyrja: – Hvussu eitur hetta slagið? Hvar trívist tað? Hvussu sær tað út um heysti?
Fyri at læra meira um planturnar, tú sært, kanst tú brúka bókina Føroysk Flora, sum lýsir føroyskar plantur.
Tey yngru kunnu fáa eina kenslu av undran og virðing, og tey vaksnu kunnu finna eina nýggja gleði við at uppliva og læra okkurt nýtt.
Tak náttúrubingo við á túr, og lat forvitnið leiða teg!
– Tað snýr seg ikki um at vinna, men at síggja, spyrja, undrast og vera til staðar, har tú ert, sigur Færoya Náttúru og Umhvørvisfelag.
Tú kanst prenta bingoplátuna heima við at taka hana niður her: NÁTTÚRUBINGO
