Allar ljóskeldur í ítróttahøllini í Vestmanna verða nú skiftar til LED-ljós. Tað skrivar Vestmanna kommuna. Tað verður gjørt fyri at minka um orkunýtsluna og harvið útreiðslurnar. Arbeiðið byrjaði í gjár og ELnet stendur fyri tí.
Ítróttahøllin hevur 70 lampur við halogen ljósrørum, og við at skifta til LED verður roknað við einari orkusparing upp á meir enn 50 prosent. Fyrr í ár vórðu rørsluvarnarar settir upp, so ljósið tendrar og sløkkir alt eftir virksemi í høllini.
– Kommunan skal hugsa burðardygd í øllum sínum virksemi, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga, og hetta er ein liður í tí. Verandi lampur eru orkutjóvar, so við hesari dagføringini verður íløgan skjótt spard innaftur, og framtíðar sparingar vera stórar, sigur borgarstjórin, Sára Jógvansdóttir.
Harumframt hevur LED-longri livitíð enn gløðiperur og halogen. Nýggju ljósini kunnu stillast eftir tørvi – ljósið kann dempast til veitslur, men eisini stillast upp í 750 lux, sum er kravt til altjóða ítróttadystir.
Orsaka av arbeiðnum er ítróttahøllin í Vestmanna stongd hesa vikuna.