Í kvøld og fram til sunnukvøldið verða hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingunum í hondbólti bæði hjá kvinnum og monnum spældar.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar í dag og hósdagin, og tær seinnu verða spældar leygardagin og sunnudagin.
Dystirnir eru lagdir soleiðis, at ein kvinnudystir og ein mansdystur er hvønn dag, og tað er skipað so, at tað ber til at síggja báðar dystirnar.
Alt opið millum Neistan og H71
Í kvøld leggja Neistin og H71 fyri hjá kvinnunum. H71 hevur staðið seg betri í landskappingi, men Neistin er veruliga komin fyri seg seinastu tíðina, síðan landsliðsleikarin, Bjørt F. Joensen kom heim aftur til Neistan.
Fyri nøkrum vikum síðan vann Neistin móti H71. Tað skal tó havast í huga, at tá var Maria H. Veyhe ikki við H71.
Spælskiparin og drívmegin hjá H71 verður helst við aftur í kvøld. So tað er lítið at ivast í, at tað verður ein spennandi dystur í høllini á Hálsi.
Hvør skal steðga Kyndilskvinnum
Hóskvøldið taka Kyndilskvinnur móti Stjørnuni. Her er lítið at ivast í, at Kyndil fer at vinna. Alt annað má metast at vera ein sensatión. Kyndil tapti ongan dyst seinasta kappingarár og hevur eisini verið flúgvandi hetta kappingarárið, meðan Stjørnan stríðist í niðara endanum á stigatalvuni
Stórur spenningur hjá monnum
Hjá monnunum er stórur spenningur undan báðum hálvfinalunum, tí liðini hava verið so mikið jøvn í landskappingini higartil, at tað er torført taka dagar millum liðini.
KÍF tekur móti H71 í kvøld, og her er alt púra opið. H71 byggir aftur í ár eitt evnaríkt ungt lið upp, og KÍF megnar altíð at skava eitt kappingarført lið saman, og so hava teir tann góða eginleikan, at teir ongantíð gevast at spæla. So alt týðir upp á ein sera spennandi dyst í Kollafirði í kvøld.
Í hinar hálvfinaluni hjá monnum bresta Kyndil og VÍF saman í klassikaranum í føroyskum manshonbólti. Mest vinnadi felagið í føroyskum manshondbólti, Kyndil, hevur í ár spælt seg upp aftur eftir fleiri ár í einum aldudali, og teir eru fremst í landskappingini.
VÍF hevur hinvegin verið ógvuiga trivlandi higartil hetta kappingarárið. Men tað skal havast í huga, at dystirnir í landskappingini ikki hava tann stóra týdningin, so tað er hóskvøldið tað telur, og man ikki, at venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, megnar at seta sínar menn væl upp til dystin móti Kyndli.
Tað er lítið at ivast í, at tað eru nakrir sera spennandi hondbóltsdagar fyri framman.
Faxe Kondi Kvinnur
Mikudag 12. februar
Kl. 18:00 Neistin – H71
Hósdag 13. februar
Kl. 18:00 Kyndil – Stjørnan
Leygardagin 15. februar
Kl. 17:00 H71 – Neistin
Sunnudagin 16. februar
Kl. 15:00 Stjørnan – Kyndil
Faxe Kondi Menn
Mikudag 12. februar
Kl. 20:00 KÍF – H71
Hósdag 13. februar
Kl. 20:00 Kyndil – VÍF
Leygardagin 15. februar
Kl. 19:00 H71 – KÍF
Sunnudagin 16. februar
Kl. 19.00 VÍF – Kyndil