Spenningur í luftini í Basel á dystardegi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvinnuhondbóltur
EM dystur í bólki D, klokkan 17.00
Sveis -Føroyar

So upprann dagurin, tá ið okkara hondbóltskvinnur fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu spæla í einum endaspæli. Klokkan 17.00 í dag spæla Føroyar móti verslandinum Sveis í EM-bólki D. Dysturin verður í tí stóru St. Jakobshøllini í Basel, sum tekur 6000 áskoðarar.

Dysturin á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF
Dysturin á handballstatz.com

Tað er útselt til dystin, og høllin verður á tremur av heimaáskoðarum, sum fara at gera alt fyri at stuðla sínum kvinnum. Men á áskoðaraplássunum verða eisini umleið 400 føroyskir áskoðarar, sum sjálvandi fara at gera alt fyri at hoyrast í mongdini.

Føroysku viðhaldsfólkini møtast klokkan 15.00 lokala tíð til upphitingartiltak í House of Fans, sum er nærhendis høllini. Les meira um upphitingina á Basel.fo.

Mugu ikki gera feilir

Dysturin verður sjálvandi nakað heilt serligt hjá okkara ungu hondbóltshetjum, og spenningurin merktist í luftini, tá ið føroysku hondbóltskvinnurnar høvdu tíðindafund og vandu í tí stóru St. Jakobshøllini gjár. Tær gingu allar við einum varisligum smíli og prátaðu við hvørja aðra. Tær tyktust veruliga hugna sær, tá ið seinastu taktisku ætlanirnar vóru fingnar upp á pláss í venjingini.

Spælskiparin og stjørnuleikarin á føroyska liðnum, Jana Mittún, segði eisini við FM1, at nú verður gott at koma í gongd eftir drúgvar og stuttligar fyrireikingar heima í Føroyum.

Eisini løgdu bæði Jana Mittún og landsliðsvenjarin, Claus Leth Mogensen, dent á, at tað verður týðandi at halda óvandu kringumstøður úti og at hugsavna seg um sjálvan dystin.

Sveis er favorittur at vinna dystin, og landsliðsvenjarin segði eisini, at Føroyar mugu spæla betri enn nakrantíð, um vit skulu hava møguleika at vinna.

Sveis spælir skjótan hondbólt, sum minnir um norðurlendskan hondbólt. Tí ræður um hjá Føroyum at steðga teirra skjótálopum. Tað skal sambært Claus Leth Mogensen fyrst og og fremst gerast við, at Føroyar megna at enda okkara egnu álop ordiliga, so at føroysku kvinnurnar náa at koma í verjustøðu, áðrenn Sveis setir ferð á skjótálopini.

Føroyar spæla eisini skjótan hondbólt og ætla eisini at fara skjótt fram eftir vøllinum. Men landsliðsvenjarin leggur dent á, at Føroyar mugu hava tamarhald á skjótálopunum, tí gera okkara kvinnur feilir, so dugir Sveis sera væl at revsa teir við teirra kvika spæli.

Hjá Føroyum eru allar kvinnurnar klárar, og okkara boð upp á hvørjar byrja á vøllinum er hetta:

Álop:

Málverji: Annika Fríðheim Petersen
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg

Millum álop og verju verða ein ella tvær útskiftingar. Inn í verjuna koma Brynja Høj og Elsa Egholm fyri Súnu Hansen og Mariu Nólsoy.

So verjan verður væntandi hendan frá vinstru til høgru:

Turið Arge Samuelsen
Jana Mittún
Pernille Brandburg
Brynja Høj
Elsa Egholm
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen

Á myndini niðanfyri venja Føroyar verjustøðuna.