,

Spurningar eftir aftan á klagu­skriv frá heima­hjálp­ar­um

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Tað merktist tá sjey heimahjálparar fyri umleið fimm vikum síðan handaðu Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, eina “átrokandi áheitan um støðuna hjá Heimatænastuni.” Fundast hevur nevniliga verið um málið, við luttøku av millum annað starvsfólkastjóranum í Tórshavnar kommunu, upplýsa keldur.

Í skrivinum frá tíðliga í oktober, sum FM1 eydnaðist at fáa hendur á, luftaðu starvsfólkini sína “djúpu stúran um versnaðu arbeiðsumstøðurnar og álvarsligu ávirkanina hetta hevur á okkara arbeiðshug og tænastugóðsku.” Tey funnust hvassliga at leiðsluni á Heimatænastuni fyri “kúgandi arbeiðshátt,” sum tikið varð til.

Sambært keldur við innliti í málið hava starvsfólkini fingið “positiva viðgerð” frá starvsfólkastjóranum.

“Starvsfólkastjórin hevur tikið málið upp til positiva viðgerð og hevur givið starvsfólkunum boð um at framyvir koma beinleiðis til hennara við møguligum trupulleikum,” segði ein kelda við FM1.

“Alt bendir á at leiðslan á hægri stigi roynir at gera nakað við hetta málið, men hinvegin er enn einki sum bendir á at teir umtalaðu trupulleikarnir eru loystir.”