Spyr um umlætting hjá fjølbrekaðum fólki

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur tað vera løgið, at man í almenna rúminum hoyrir søgur um, at familjur ikki fáa tað hjálp, sum, sæð uttanífrá, tykist vera sjálvsøgd.

Hann vísir á, at í einum fyrispurningi frá 2021 varð sagt, at almannaverkið, millum annað vegna starvsfólkatrot ikki hevði møguleika at veita alla tað tænastuna, sum man ynskti at veita.

– Tað varð eisini sagt, at Almannamálaráðið og Mentamálaráðið vóru farin undir at útbúgva fólk fyri at nøkta tørvin á arbeiðsmegi til hetta økið.

– Fyri betur at skilja, hvussu støðan er nú, so verða hesir grein 52-fyrispurningarnir settir landsstýriskvinnuni í almannamálum, Sirið Stenberg, um umlætting hjá fjølbrekaðum fólki, skrivar Árni Skaale í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Spurningarnir eru hesir:

1) Hvussu mong eru tey sum fáa umlættingartilboð frá almannaverkinum vegna fjølbrek?

2) Er ein ávísur leistur fyri umlættingini, tað vil siga, hvussu nógv verður játta til hvønn?

3) Fáa tey, sum liva saman við fjølbrekaðum borgarum, tilboð um longri samanhangandi tíðarbil við umlætting, t.d. feriur og líknandi?

4) Verða longri periodur við umlætting trektar frá tí umlætting sum hesar familjur vanliga fáa? Kann tað t.d. henda, at ein familja fær at vita, at um tey skulu hava 14 samanhangandi dagar við umlætting, so verður eingin umlætting næstu tríggjar mánaðirnar?

5) Er starvsfólkastøðan á umlættingarøkinum nøktandi?

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nú tíggju yrkadagar at svara spurningunum frá Árna Skaale.