,

Staðfesta fram­hald­andi sam­starv um há­deild í Fugla­firði

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava undirskrivað eitt skjal sum staðfestir teirra sáttmála um skúlasamstarv fyri hádeildina, upplýsir Fuglafjarðar kommuna.

“Borgarstjórarnir í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu hava í dag undirskrivað ískoyti til ‘Framvit’ sáttmálan um skúlasamstarv frá 8. til 10. flokk,” kunngjørdi Fuglafjarðar kommuna á sínari heimasíðu.

Tað nú undirskrivaða ískoytið til ‘Framvit’ sáttmálan um skúlasamstarv setir millum annað eitt loft upp á 12 milliónir krónur á tann partin ið Eysturkommuna rindar í tann gamla skúlan frá 1964; eisini er ásett at sáttmálin gongur fram til árslok 2034 heldur enn árslok 2038.

“Ískoytið hevur tvær høvuðsbroytingar,” segði Fuglafjarðar kommuna; “tann eina at loft upp á 12 mió. kr. er sett á partin Eysturkommuna rindar í 64-skúlan, og hin at longdin á sáttmálanum er stytt frá 1. januar 2039 til 1. august 2035.”

Ískoytið verður nú sent landsstýrismanninum í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum til góðkenningar, varð víðari upplýst.