Talgildingin av samfelagnum gongur við rúkandi ferð. Herfyri boðaði Føroya Keypsamtøka frá, at tey gevast við at bera lýsingarbløð út, og stutt aftaná boðaði Posta frá, at flutningsfelagið gevst at bera lýsingabløð út.
Nú boðar Starvsfelagið frá, at Starvsblaðið ikki longur verður borið út til limirnar við posti. Í staðin verður blaðið sent talgilt til limirnar við telduposti í komandi viku.
Hetta er ein partur av burðardyggu kósini hjá felagnum og merkir, at Starvsfelagið í ár minkar um prentaðu nøgdina av bløðum við umleið trimum fjórðingum.
Hendan broytingin verður gjørd sum ein roynd í ár, og Starvsfelagið vil fegin hoyra, hvat limirnir halda um hetta.