Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivaðu í gjár tríggjar nýggjar sáttmálaavtalur, skrivar Starvsfelagið á heimasíðu sínari.
Sáttmálarnir eru fyri starvsfólkini á sáttmálaøkinum hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn. Felags fyri allar sáttmálarnar er, at talan er tvey ára sáttmálar og at lønarkarmurin er tann sami 8,19 prosent.
Føroya Tele
Eftir hækkingar í eftirlønargjøldum og vaktargjøldum hjá Føroya Tele, verður lønarhækkingin soleiðis komandi tvey árini:
- 1. januar 2025 hækkar lønin 4,07 prosent
- 1. januar 2026 hækkar lønin 3,87 prosent
Posta
Eftir hækkingar í eftirlønargjøldum og vaktargjøldum á Posta, verður lønarhækkingin soleiðis komandi tvey árini:
- 1. januar 2025 hækkar lønin 4,11 prosent
- 1. januar 2026 hækkar lønin 3,87 prosent
Vága Floghavn
Á sáttmálaøkinum hjá Vága Floghavn fer allur karmurin upp á lønina. So lønarhækkingin verður soleiðis komandi tvey árini:
- 1. januar 2025 hækkar lønin 4,32 prosent
- 1. januar 2026 hækkar lønin 3,87 prosent
Mynd: Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum, skriva undir semjurnar 4. desembur 2024.