Starvsfelagið í samhugaverkfall

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Starvsfelagið hevur í dag sent Vinnuhúsinum h fráboðan um samhugaverkfall frá týsmorgni klokkan seks

-Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkjunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið frá kl 06 týsdagin.

Tað eru sáttmálarnir, sum umfata sáttmálaøkið vegna Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

Samhugaverkfallið umfatar allar limir felagsins, sum eru umfataðir av omanfyri nevndu sáttmálum.

Undantøk frá samhugaverkfallinum eru sambært galdandi sáttmálum.

Fráboðanin kemur eftir at samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum slitnaðu í gjárkvøldi.