Starvsfólkatalið í Føroyum veksur framvegis, men vøksturin er viknaður seinastu árini. Tað skrivar Hagstovan.
Í apríl vóru 30.082 starvsfólk, ein vøkstur upp á 1,6 prosent samanborið við sama mánað í fjør.
Í apríl vóru 15.323 menn í starvsfólkaskaranum, ein vøkstur upp á 1,4 prosent, meðan kvinnurnar vóru 14.759, ein øking upp á 1,7 prosent.
Størsti vøksturin er hjá kvinnum, sum arbeiða undir almennum ræði, har talið er økt við 2,9 prosentum.
Samanlagt eru 74 prosent av starvsfólkavøkstrinum, 343 persónar, lagdir afturat almennum arbeiðsgevarum, serliga kvinnur. Hjá privatum arbeiðsgevarum eru 131 menn fleiri, meðan talið av kvinnum hinvegin er talið av kvinnum í privata geiranum er minkað við 9 kvinnum ella 0,2 prosentum.
Lutfalsliga størsti vøksturin sæst í Sandoyarøkinum við 4,1 prosentum, meðan Suðuroyar øki hevur upplivað eina afturgongd upp á 0,5 prosent.
Vøksturin av starvsfólkum uttan føroyskt bústaðartilknýti er minkaður samanborið við undanfarin ár. Í apríl vóru 73 fleiri í hesum bólki enn í fjør, meðan vøksturin var 256 persónar frá 2022 til 2023.
