Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Vestmanna. Sitandi starvsnevnd heldur fram.
Aðalfundurin var hildin í Vestmanna í samstarvi við VÍF. Eftir aðalfundin bjóðaði Vestmanna kommuna smyrjibreyð og vóru eisini ungdómslandsdystur millum U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældir har seinni um dagin.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jógvan Emil Nielsen, næstformaður, Heini Ellingsgaard, nevndarlimur, Kristian Østergaard, nevndarlimur og Høgni Vilhelmsen, varalimur. Teir vóru allir afturvaldir.
Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:
- Gunn Ellefsen, forkvinna
- Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
- Durita Thomsen, nevndarlimur
- Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
- Kristian Østergaard, nevndarlimur
- Birgir Kass, varalimur
- Høgni Vilhelmsen, varalimur