Víkingur hevur skrivað tvey ára sáttmála við Stefan Radosavljevic.
24 ára gamli Stefan er uppvaksin í TB, men hevur eisini leikt fyri HB og B36. Hann hevur føroyskt pass, hóast hann er føddur í Serbia.
Seinast spældi Stefan við Sligo Rovers í Írlandi, og hann mest spælar á framrættaðu plássunum.
Pápi Stefan, Sasha, hevur eisni spælt fótbólt í Gøtu, har hannspældi fyri GÍ í 1999 og skoraði 14 mál í 20 dystum.
– Vit síggja Stefan sum ein styrk til hópin og gleða okkum at síggja hann í ljósabláu troyggjuni, sigur Víkingur