Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil nú hava landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, at greiða frá, um tað ber til at prístalsjavna mørkini í skattastiganum í ásetingarlógini.
Tingmaðurin fyri Miðflokkin hevur sett landsstýriskvinnuni ein skriftligan fyrispurning, og í viðmerkingunum vísir hann á, at borgarin er við sviðusoð, tá inflatiónin er høg, men skattastigin verður ikki broyttur tilsvarandi.
Steffan Klein Poulsen sigur, at við føstum mørkum í skattastiganum og áhaldandi prís- og lønarvøkstri, flytir borgarin seg upp eftir skattastiganum og endar við at rinda ein hægri sats eftir skattastiganum.
-Altso stendur landskassin sum vinnari og borgarin sum tapari orsakað av inflatiónini undir verandi skipan, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hendan skipanin eggjar eisini borgarum til at nýta forvunna peningin umgangandi heldur enn at spara, tí uppsparingin minkar í virði, so hvørt sum inflatiónin hækkar, og bankarentan ikki megnar at fylgja við.
Eisini vil Steffan Klein Poulsen hava at vita, hvørjar almennar veitingar verða prístalsjavnaðar, og hvørjar ikki verða.
Aftur her er sami trupulleiki, og almannaveitingarnar minka í virði, so hvørt sum inflatiónin økir livikostnaðin, meðan nominella upphæddin á veitingini stendur í stað.
-Tað kemur javnan fyri, at kjak tekur seg upp ella at uppskot koma í Løgtingið um at prístalsjavna hesa ella hasa veitingina úr landskassanum. Um ein veiting ikki verður prístalsjavnað, gagnar tað landskassanum, meðan borgarin stendur við sviðusoð. Hetta tí at realvirðið á veitingini minkar, um nominella upphæddin stendur í stað, sigur Steffan Klein Poulsen.
Fyrispurningurin hjá Steffani Klein Poulsen verður settur eftir grein 53 í Tingskipanini, og løgtingið skal tí atkvøða um fyrispurningin, áðrenn landsstýriskvinnan skal svara honum.