Hondbóltsfelagð Neistin boðar frá at felagið hevur gjørt avtalu við strikuleikararn, Lise Marie Nesse Evensen, fyri komandi komandi tvey kappingarárini.
Lise Marie spældi við VÍF seinasta kappingarár, og var eyðsýnd á strikuni og í verjuspælinum.
Hon er fødd í 1998 og er úr Drammen í Noregi. Lise Marie hevur drúgvar royndir á høgum støði. Hon hevur spælt við FCM og Hadsten í Danmark, Glassverket IF og Storhamar Håndball í Noregi.
– Vit í Neistanum fegnast um, at Lise Marie nú verður ein partur av okkum, og vit gleða okkum at fáa gagn av hennara royndum og styrkjum, sigur Nicholas Satchwell, venjari.