,

Steypakappingin kvinnur: Lutakast á Djúpumýru mikukvøldið

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Glasstovan við vøllin á Djúpumýru í Klaksvík verður í annaðkvøld, mikukvøldið 17. apríl, karmur um lutakastið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum.

Tá dysturin í Betrideildini millum KÍ og NSÍ er liðugur, verður farið undir lutakastið, ið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Fyrsta umfar verður spælt hósdagin 9. mai, fjórðingsfinalurnar eru á skránni 12. juni, og síðani vera hálvfinalurnar spældar 12. august og 18. september.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF