StÍF er nú fremst

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Neistin – StÍF 28-29 (13-13)
Dómaraseðil á hsf.fo

Við sigri á Neistanum í Havn í dag, løgdu menninir hjá StÍF seg á fremsta plássið í bestu mansdeildini í hondbólti.

Talan var um ein javnan dyst. Men StÍF var ongantíð aftanfyri eftir teir fyrstu minuttirnar. Nakrar ferðir var StÍF eisini frammanfyri við nøkrum málum, men Neistin kláraði altíð at berja seg upp á javnt aftur.

Tá ið fimm minuttir vóru eftir førdi StÍF 28-24. Neistin gavst kortini ikki so og minkaði fyrst einaferð til 28-27 og so til 29-28, tá ið fimtan sekund vóru eftir. StÍF kláraði at halda høvdið kalt seinastu sekundini, og sigurin førdi StÍF upp á fremsta plássið í Burndeildini.

Hjá Neistanum skoraði Pauli Høj sjey mál, og fyri StÍF skoraðu Trúgvi Hávardsson og Pauli Rasmussen fimm ferðir.


KÍF – Team Klaksvík 32-24 (17-15)
Dómaraseðil á hsf.fo

Team Klaksvík tapti aftur í dag, og hevur framvegis einki stig. Hesaferð taptu klaksvíkingar móti KÍF, sum spakuliga nærkast liðunum longur frammi á stigatalvuni.

Í dag fylgdi Team Klaksvík nokk so leingi við KÍF, og tá ið 20 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki førdu teir 13-11.

Longri gekk ikki hjá Team Klaksvík, og KÍF fór skjótt nøkur mál fram um, helt seg framman fyri, og vann dystin 32-24.

Fríði Veyhe skoraði átta ferðir hjá KÍF, og Mathias Lassen Samuelsen skoraði seks mál fyri Team Klaksvík.


H71 – VÍF 28-32 (13-17)
Les serstaka dystarfrásøgn


Stigatalva í Burndeildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
StÍF113433053816
Kyndil113233051815
VÍF113583124614
H7111331322911
KÍF11281284-311
Neistin11289282711
Team Klaksvík12300415-1150