, ,

StÍF fær danskan styrk

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

StÍF og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár.

– Eg eri spent til ein nýggja avbjóðing, og eg vóni, at eg kann gera mun á liðnum. Eg gleði meg at koma í gongd og at læra kvinnuliðið og fólkini í StÍF at kenna, sigur Malene við heimasíðuna hjá StÍF um nýggja samstarvið.

Malene er 23 ár og strikuleikari. Hon hevur tey seinastu tvey kappingarárini spælt við Stjørnuni. Áðrenn hetta leikti hon í trý ár við danska felagnum Skovbakken. Hon er útbúgvin fysioterapeutur. Avtalað er við Malene, at hon verður fysioterapeutur hjá barna-og ungdómsliðunum, og fer hon eisini at vera hjálparvenjari hjá gentuliðum.

Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, er spentur at arbeiða saman við Malene Madsen.

– Vit eru errin av, at Malene hevur valt at halda fram á hennara hondbóltsleið hjá StÍF. Hon verður við til at stabilisera verjupartin og eisini fer hon at geva eina eyka dimensión til álopsspælið. Eg eri sera spentur at arbeiða saman við Malene við at menna víðari hennara álopsdygdir sum strikuleikari, sigur hann.