StÍF fekk ikki spenning í – H71 í hálvfinaluna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingini menn, bólkur 2
H71- StÍF 32-31 (15-14)

Í dystinum móti Kyndli fyrr í steypakappingini, gjørdi StÍF tann feilin at tapa við fimm málum, sum var meira enn neyðugt, tí stutt fyri tíð vóru bara tvey mál á muni. Tað úrslitið gjørdi, at StÍF undan kvøldsins dysti visti, at teir í máttu vinna við í minsta lagi fimm málum á H71.

Heilt fitt av fólki var í Hoyvíkshøllini, nú ein ávísur spenningur var í. Men tíverri fyri strandingar og tey, sum ikk hildu við nøkrum, so gjørdist ongantíð veruliga spennandi.

H71 hevði tamarhald frá byrjan og vóru frammanfyri alla tíðini, uttan nakar fáar ferðir, tá ið StÍF javnaði.

H71 legði eitt tungt trýst á verjuna hjá StÍF beinanvegin. Serliga Brian Slyne voldi strandingum trupulleikar, tá ið hann við sínum lága tygdarpunti og styrki bjóðaði verjuni hjá StÍF av. Tað gjørdi tað eisini lættari fyri H71, at verjan hjá StÍF ikki tyktist at vera ordiliga klár fyrstu álopini, og tað var 3-0 til H71, áðrenn StÍF vaknaði. Nú skuldu longu átta mál heintast inn aftur.

H71 var alla tíðina leikliga omaná. Saman við Brian Slyne skeyt Rókur Ziskason málini, meðan Steinar Prestá gekk undan hjá StÍF við fleiri málum í skjótálopum.

Beint fyri hálvleiki kom StÍF niðurá 15-14, og teir byrjaðu seinna hálvleik við at javna. Strandingar royndu seg við sjey móti seks hesa løtuna, og tað riggaði í ein ávísan mun. At tað kortini ikki riggaði ordiliga var millum annað, Inga Johannesen, sum var komin inn í málið hjá H71 fyri at takka. Hann bjargaði væl nakrar ferðir, tá ið StÍF hevði møguleikan at skapa spenning í dystin.

StÍF royndi seg eisini við mansverju av Brian Slyne. Tað sá út til at rigga væl, men tá ið teir eisini fóru at mansverja Rók Ziskason, gjørdist víðopið í verjuni, og so smoygdu aðrir hoyvíkingar sær gjøgnum verjuna hjá StÍF.

Ein onnur orsøk til, at StÍF ongantíð fekk nøsina fram um hesa løtuna, vóru ov nógvar tekniskar villur, har serliga strikuspælararnir ikki loftaðu.

Nakrar ferðir var eitt mál á muni. Men hoyvíkingar vóru drúgvir og fóru avgerandi fram um. Framvegis var tað Brian Slyne, sum koyrdi á.

Móti endanum av dystinum, valdi venjarin hjá H71 at geva eykaleikarum nakrar minuttir á vøllinum, og tað gav StÍF møguleikan at minka um málmunin. Úrslitið gjørdist 32-31 til H71.

H71 hevur vunnið bólk 2 í steypakappingi, og skal spæla móti KÍF í hálvfinalunum. Kyndil verður nærum púra víst nummar tvey og skal í hálvfinaluni møta VÍF, um ikki Team Klaksvík ger tað heilt óvæntaða at vinna móti Kyndli við nøkrum málum hóskvøldið. Men tað ber næstan ikki til.

Dómaraseðilin á hsf.fo

Stigatalva Faxe Kondi menn – Bólkur 2

DystirVunnin málTapt málStig
H713109726
Kyndil253532
StÍF388842
Team Klaksvík240810