SMS-deildin kvinnur
StÍF – EB 28-24 (16-10)
Hóast bara eitt stig skilti liðini undan dystinum, so vunnu kvinnurnar hjá StÍF ein greiðan sigur móti EB í høllini á Skála.
StÍF kom fram um beinanvegin, og økti so spakuliga leiðsluna allan fyrra hálvleik. Í steðginum var 16-10 til heimaliðið.
Fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki eydnaðist EB at minka niður í 19-17. Men nærri komu tær ikki. StÍF kom skjótt fram um aftur við fýra fimm málum, og EB megnaði ikki at skapa spenning í dystin aftur.
StÍF vann dystin 28-24 og tvey týðandi stig í kappingini at enda millum seks tey ovastu liðini í SMS-deildini, sum geva atgongd til FM-finaluumarið.
Fyri StÍF skoraði Josefine Dyring átta mál, so Silja Geirsdóttir Eystberg skoraði sjey mál fyri EB.

Stigatalva SMS-deildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 13 | 465 | 274 | 191 | 26 |
H71 | 13 | 445 | 344 | 101 | 21 |
VÍF | 13 | 419 | 295 | 124 | 21 |
Neistin | 13 | 339 | 322 | 17 | 15 |
StÍF | 12 | 256 | 336 | -80 | 8 |
Stjørnan | 13 | 329 | 418 | -89 | 6 |
EB | 14 | 348 | 461 | -113 | 5 |
VB | 13 | 291 | 442 | -151 | 2 |