SMS-deildin kvinnur
StÍF – Kyndil 13-36 (3-20)
Dysturin í hølini á Skála millum kvinnurnar hjá StÍF og Kyndil minti um so nógvar aðrar dystir í landskappingini hjá kvinnum higartil hetta kappingarárið. Annað liðið rann hitt liðið niður, og so var dystur longu avgjørdur eftir fáum minuttum.
Tað var als ikki til at síggja, at tað vóru liðini, sum spældu FM-finaluna í fjør, sum spældu móti hvørjum øðrum. StÍF megnaði als ikki at fylgja við føroyameistarunum úr Kyndil, og longu tá ið trettan minuttir vóru spældir var 10-3 til Kyndil.
Flestu málini komu eftir beinleiðis skjótálop, har bólturin varð kastaður til tær sera kviku Turið Arge Samuelsen og Joan Johannesen, sum skoraðu trygt.
StÍF royndi at venda gongdini við at taka leikbrá, men tað hjálpti einki, tí tær fingu einki at rigga hendan dystin, og tað sigur væl alt, at StíF einki mál skoraði restina av fyrra hálvleiki. Tær fáu ferð strandakvinnur komu í gjøgnum verjuna hjá Kyndli, bjargaði Jovana Stranjanac í málinum.
StÍF skoraði fyrsta málið í seinna hálvleiki, og tað var so tað fyri eina løtu, tí Kyndil helt fram at økja, og skjótt fór munurin upp á 20 mál.
Nú fingu vanligu eykaleikararnir hjá Kyndli møguleikan, og restina av dystinum helt munurin sær á umleið 20 málum. Endin varð, at Kyndil vann 36-13.
Hjá Kyndli var Turið Arge Samuelsen enn sum áður toppskjútti. Hesaferð skoraði hon heili 17 mál. Hjá StíF skoraði Josefine Dyring fimm ferðir.
Mynd: skermmynd live.hsf.fo
Stigatalva SMS-deildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 9 | 316 | 182 | 134 | 18 |
H71 | 7 | 242 | 184 | 58 | 12 |
VÍF | 6 | 183 | 131 | 52 | 10 |
Neistin | 8 | 193 | 199 | -6 | 7 |
StÍF | 8 | 167 | 210 | -43 | 6 |
EB | 8 | 191 | 253 | -62 | 3 |
VB | 7 | 169 | 238 | -69 | 2 |
Stjørnan | 7 | 166 | 230 | -64 | 2 |