StÍF tryggjaði sær luttøku í FM-spælinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvinnurnar hjá StÍF tryggjaðu sær í kvøld at koma víðari í FM-spælið í SMS-deildini hjá kvinnum.

Tær vunnu í einum spennandi dysti móti Stjørnuni. Í hálvleikinum var 14-16 til StíF, og hóast StÍF var framman fyri allan seinna hálvleik, so kom spenningur í tríggjar minuttir fyri tíð, tá ið Stjørnan kom heilt niður á 23-24. Nærri komu tær ikki, og StÍF vann dystin 23-26.

Sigurin hevur við sær, at StíF er tryggjað í minsta lagið at gerast nummar seks í bestu kvinnudeildini og harvið víðari í lutøku í FM-spælinum.

Stjørnan er í løtuni nummar sjey og má koma fram um EB á sætta plássið, um tær skulu við í FM-spælið. Tey bæði liðini spæla ein rættiliga avgerandi dyst móti hvør øðrum 25. mars.


Mynd: StÍF


Burndeildin menn
Stjørnan – StÍF 23-26 (14-16)

Stjørnan

  • Jancy Jógvansdóttir Poulsen 12
  • Julia Jónleifsdóttir Lydersen 3
  • Tóra Eliasen 3
  • Joan Sørensen 2
  • Iuliia Nalivko 2
  • Ella Lionsdóttir Samson 1
  • Hanna Brandal
  • Mai Olivia Høgnadóttir
  • Paula Á lakujni
  • Thea Angelika Nihlen
  • Mina Sirdal Henriksen
  • Osla Egilsdóttir Berg

Útvísingar:

  • Hanna Brandal: 1

StÍF

  • Josefne Dyring 9
  • Maria Mrdalo 7
  • Poula Dulavík Berg 4
  • Emmy Ingibjørg Kass 2
  • Arnfríð Jacobsen 1
  • Eyðbjørg Kallsberg 1
  • Malene Madsen 1
  • Vár D. Poulsen 1
  • Lisa T. Venned
  • Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen
  • Birita M. Absalonsen
  • Sarah Berthou
  • Momoko Debes

Útvísingar:

  • Josefne Dyring: 1
  • Maria Mrdalo: 1
  • Poula Dulavík Berg: 1

Dómarar: Jákup Sverri Kass og Dánial Hansen


Stigatalva SMS-kvinnur

DystirMál fyriMál mótiMunurStig
Kyndil1863840023836
VÍF1960744016731
H711860548512027
Neistin184834562721
StÍF17389477-8812
EB19470623-1537
Stjørnan18458575-1176
VB17378572-1944