StÍF vann á Stjørnuni í steypakappingini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingini kvinnur, bólkur 2
StÍF – Stjørnan 27-24 (14-10)

Hóast kvinnulandsliðið er í Sveis í hesum døgum og spælir EM-endaspæl, so var ein dystur í steypakappingini hjá kvinnum í gjárkvøldi.

Hvørki StÍF ella Stjørnan hava nakran leikara á landsliðnum, og tí spældu hesi liðini í høllini á Skála í bólki 2 í Faxe Kondi steypakappingini hjá kvinnum.

StÍF vann dystin 27-24, og tær vóru frammanfyri allan dystin á tamb. Munurin øktist spakuliga allan fyrra hálvleik, og støðan var 14-10 í hálvleikinum.

Málmunurin helt sær á fýra fimm málum meginpartin av seinna hálvleiki. Men tá ið einir fimm minuttir vóru eftir, eydnaðist Stjørnuni at koma niður tvey mál. Nærri koma tær kortini ikki, og StÍF vann 27-24.

Hjá StÍF var Josefine Dyring enn einaferð toppskjútti, hesaferð við 10 málum. Fyri Stjørnuna skoraði Iuliia Nalivko seks ferðir.

Dómaraseðil

Stigatalva Faxe Kondi steypakappingini Kvinnur bólkur 2

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Neistin12817112
StÍF1272432
Stjørnan12427-30
EB11728-110