StÍF vann akkurát á VB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
StÍF – VB 24 – 22 (13 – 8)

Kvinnurnar hjá StÍF vunnu sum væntað móti VB í høllini á Skála í kvøld. Sigurin var kortini ikki so greiður, sum væntað.

StÍF kom beinanvegin fram um við fleiri málum, og í hálvleikinum var støðan 13-8 til heimaliðið.

Tíðliga í seinna hálvleiki økti StÍF upp í seks málsleiðslu, men so át VB seg spakuliga inn í dystin aftur, og tvær ferðir vóru tær bara eitt mál aftanfyri, seinast tá ið sjey minuttir vóru eftir og støðan var 22-21.

Nærri kom VB ikki, og dysturin endaði 24-22 til StÍF.

Josefine Dyring skoraði 6 mál fyri StÍF og Carmen Luiza Silva skoraði 7 mál fyri VB.

SMS-deildin kvinnur
StÍF – VB 24 – 22 (13 – 8)

StÍF:

  • Josefne Dyring: 6
  • Emmy Ingibjørg Kass: 5
  • Eyðbjørg Kallsberg: 3
  • Vár D. Poulsen: 3
  • Maria Mrdalo: 2
  • Arnfríð Jacobsen: 2
  • Malene Madsen: 2
  • Poula Dulavík Berg: 1
  • Lisa T. Venned
  • Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen
  • Birita M. Absalonsen
  • Momoko Debes

Útvísingar:

  • Josefne Dyring: 2
  • Emmy Ingibjørg Kass: 1

VB:

  • Carmen Luiza Silva: 7
  • Angela Sigga Birgisdóttir: 4
  • Elsebeth Kjærbo Vinther: 3
  • Agatha Kjærbæk Djurhuus: 4
  • Krista Mohr Leo: 4
  • Rebekka Holm
  • Bára Krosslá Mortensen
  • Gaia Ben Zikri
  • Krista Ludvig
  • Birgit Thomsen

Útvísingar:

  • Rúna M Jacobsen: 2
  • Elsebeth Kjærbo Vinther: 1

Dómarar:

  • Dánjal Hansen og Jón Simonsen

Stigtalvan í SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1863840023836
VÍF1960744016731
H711860548512027
Neistin184834562721
StÍF18413499-8614
EB19470623-1537
Stjørnan18458575-1176
VB18400596-1964