StÍF vann spennandi og góða fjórðingsfinalu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin, fjórðingsfinala
StÍF – KÍF 28-27 (12-15)

Tað gjørdist spennandi í høllini á Skála, tá ið StÍF og KÍF spældu fjórðingsfinalu í landskappingini.

KÍF hevði verið frammanfyri stóran part av dystinum, men StÍF hevði svarað aftur, og førdi við einum málið, tá ið farið varð inn í seinasta minuttin. Tá ið eini 40 sekund vóru eftir legði Trúgvi Hávardsson heimaliðið fram um 28-26, og tá ið KÍF minkaði til 28-27 vóru bara fimm sekund eftir, og ov seint hjá kollfirðingum at gera meira. Harvið er StÍF í hálvfinaluni móti Kyndli.

Eftir at StÍF byrjaði dystin betri við millum øðrum einum sera væl leikandi Paula Rasmussen, svaraði KÍF aftur. Milenko Jelic Jelkan stóð væl í málinum hjá KÍF, meðan málverjin hjá StÍF ikki tók tað stóra. Tað gjørdi, at KÍF fór frá at vera aftanfyri við trimum málum til at vera frammanfyri í trimum. Hesa løtuna spæli millum annað Tórur Joensen væl og skoraði fleiri mál.I hálvleikinum var 12-15 til KÍF.

KÍF helt munin fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og einaferð vóru teir fýra mál frammanfyri. Nú kom Rasmus Laigaard Østergaard í málið hjá StÍF, og hann vendi gongdini við fleiri týðandi bjargingum, millum brendi KÍF trý brotskøst á rað. Eisini gjørdi Pætur Johansen um seg hesa løtuna, og hevði bæði hegni og hepni at skora fleiri mál

KÍF javnaði til 25-25, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Annars var StÍF frammanfyri alla tíðina seinastu tíggju minuttirnar og kundu at enda fegnast um eitt pláss í hálvfinaluni.

Hjá StÍF skoraði Pauli Rasmussen og Pætur Johansen 6 mál hvør. Meðan Tórur Joensen var besti málskjútti hjá KÍF við 7 málum.

StÍF spælir fyrstu hálvfinaluna móti Kyndli í høllini á Skála hósdagin klokkan 18.00.

Savnsmynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo