Føroyar fara í heystfrí í komandi viku og tað sama er galdandi fyri fólkavaldu politikararnar.
Tað vil siga, at ongin tingfundur er í komandi viuki, men ikki fyrr enn 22.oktobur. Tað vil eisini siga, at løgtingsnevndirnar heldur ikkiu hava fund í komandi viku, men ikki fyrr enn tá ið fyrsti tingfundur er í aðru viku.
Tað politiska mál, sum hevur fylt mest í seinastuni, burtursæð frá uppskotinum til fíiggjarlóg fyri næst ár, er málið, sum liggur í landsstýrismálaneevndini.
Málið snýr seg um eina kæru frá Jakob Vestgaard, tingmanni fyri Fólkaflokkin, um at landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, skal hava sagt ósatt fyri tinginum.
Landsstýrismálanevndin gjørdi eina fyribils niðurstøðu í málinum, sum landsstýriskvinnan nú hevur gjørt viðmerkingar til.
Nevndin hevur havt fund um viðmerkingarnar, men formaðurin í landsstýrisalanevndini, Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin, sigur, at nevndin ikki er liðug at viðgera frágreiðingina frá landsstýriskvinnuni.
Har eru fleiri spurningar settir, sum nevndin vil hava stundir at viðgera og meta um . Tí verður ongin endalig niðurstøða gjørd fyrr enn eftir heystfrítíðina.