Tað hevur verið nakað av stuldri í høvuðsstaðnum seinastu tíðina, og í gjár var einki undantak.
Føroya Politi fekk eina fráboðan tíðliga seinnapartin í gjár, at stuldur hevði verið í einum handli í Havn, har ein tjóvur hevði stolið pening úr kassaapparatinum í handlinum, men enn er óvist, hvussu stór upphæddin var.
Men løgreglan hevur sterkan illgruna til viðkomandi, sum hevur stolið peningin, tí í flestu førum er talan um tey somu fólkini, ið fremja tílíkan stuldur, sum hava brúk fyri reiðum peningi.
– Hetta innbrotið líkist teimum undanfarnu, so vit fara at kanna málið við at tosa fyrst við fólkini, ið einki stað hava at vera, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.