,

Stjórin á Magn leggur frá sær í dag

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Stjórin á Magn gjøgnum tey seinastu 20 árini, Finn Jakobsen, fer frá “beinanvegin” sambært In.fo.

“Í dag er avtala gjørd millum nevndina í P/f Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri,” skrivar miðilin.

Áðrenn hann gjørdist stjóri var Finn Jakobsen tekniskur stjóri á Magn.

“Finn Jakobsen fer úr starvi beinanvegin,” skrivar In.fo, og upplýsir at fyribilsstjóri verður Christian Nagata, núverandi næstformaður og fyrrverandi nevndarformaður í Magn. Hann er eisini fyrrverandi fíggjarstjóri har.

“At Christian hevur játtað at taka við sum fyribilsstjóri tryggjar ein stabiliet og framhaldandi rakstur, so at okkara kundar og starvsfólk merkja so lítið sum gjørligt til skiftið,” verður Jan Petersen, nevndarformaður, endurgivin fyri at siga.

Magn fer nú undir tilgongd at søkja eftir nýggjum stjóra at taka við skjótast gjørligt, verður staðfest.