Stjørnan brynjar seg til komandi kappingarár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltsfelagið Stjørnan í Klaksvík hevur gjørt sáttmála við danska málverjan Julie Vanggard Christensen.

Hon er 21 ára gomul og hevur vant á sera høgum støði í Aalborg, saman við millum øðrum føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen. Hon kemur til Føroyar í august.

Hon skal eisini vera partur av menningini hjá teimum ungu gentunum í felagnum, sum venjari.

Stjørnan hevur sett Terja Mørk sum venjara hjá besta kvinnuliðinum og longt sáttmálan við spælskiparan, russisku, Iuliia Nalivko, sum hevur spælt við Stjørnuni síðan 2022, og hevur sambært Handballstatz skotið 240 mál í 52 dystum..

May be an image of 2 people, people playing basketball and text that says "RS DMUA ۸ ĐO RIK 11"
Formaðurin í Stjøruni, Regin Sivertsen, og Iuliia Nalivko