Stjørnan styrkir sær um hópin fyri kappingarárið 2023/24 við enn einum spælara.
Talan er um 31 ára gomlu Valentinu Landri, ið úr Italia.
Stjørnan skrivar á sínum Facebook-vanga, at Valentina hevur spælt á sera høgum støði í fleiri ár, har hon millum annað hevur verið við til at vunnið gull fleiri ferðir í bestu deildini í Italia.
Valentina er eisini kjósin sum ársins verjuleikari fyri kvinnudeildina í Italia.
Hon hevur eisini umboða Italia við U18 og U20 landslið. Seinasta kappingarár spældi Valentina fyri italska liðið, Erice.
– Vit ynskja Valentinu hjartaliga vælkomna til Stjørnuna, skrivar felagið.