Stjørnan gjørdi tað ov lætt fyri Neistan

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
Stjørnan – Neistin 22-31 (7-17)

Neistakvinnur byrjaðu við fullari ferð, og løgdu seg skjótt fram um, tá ið tær vitjaðu Stjørnuna í Klaksvík í kvøld.

Tær hjá Størnuni sóu hinvegin ikki ordiliga út til ikki at klára ordiliga at savna tankarnar um uppgávuna. Klakvíkskvinnur gjørdu nógvar feilir, brendur brotskøst, og gjørdu lítið fyri at steðga Neistanum í verjuni.

0-4 stóð máltalvuni, áðrenn Stjøran hevði vent sær, og serliga hevði Stjørnan torført við at steðga Silju Heðinsdóttir, sum skoraði trý av fýra teimum fyrstu málunum.

Stjørnan megnaði tó, at steðga Neistanum eina løtu. Tær tóku eitt sindur meira fat í verjuni, og hinum endanum kom serliga Mina Sirdal Henriksen í gongd og skoraði nøkur mál.

Stjørnan fylgdi við Neistanum eina løtu, áðrenn Neistin móti endanum av fyrra hálvleiki legði seg fram um við fleiri málum, og hálvleikstøðan var 17-7 til Neistan. Málini hjá Neistanum komu av fleiri plássum, og millum annað skoraðu Eir Martinsdóttir og Anna S. Mikkelsen nøkur langskot av hvør sínum bakki.

Stjørnan byrjaði seinna hálvleik sum eitt ódnarveður, og tá ið Miriam Betuelsdóttir og Mina Sirdal Henriksen skutu seks mál á rað, vóru bara fimm mál á muni 18-13 til Neistan.

Hóast Stjørnan einu ferðina kom niður á fýra mál, so helt Neistin tørn. Serliga Anna S. Mikkelsen skoraði nøkur týðandi mál av vinstra bakki hesa løtuna, og so var eingin vegur aftur hjá Stjørnuni.

Úrslitið gjørdist 31-22 til Neistin, sum stýrdi dystinum úr enda í annan. Hjá Stjørnuni er týðandi, at tær er meira klárar frá byrjan í dystunum, renna skjót aftur, arbeiða hart í verjupartinum og tora at stilla seg fyri, tá ið álopsleikararnir bjóða av.

Dysturin á Handballstatz

DystirMunurStig
Kyndil811116
H7175812
VÍF65210
StÍF7-206
Neistin7-155
EB8-623
VB7-692
Stjørnan6-552
Kelda: hsf.fo

Mynd: Skermmynd live.hsf.fo