

Stjørnan – H71 35-36 – Samrøða við Janu Mittún og Sonju Sirdal á Bergi
20.04.2023H71 vann í gjárkvøldið ein tepran 36-35 sigur á Stjørnuni í fyrru FM-hálvfinaluni í SMS-deildini. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 20-20. Í seinna hálvleiki runnu hoyvíkskvinnur undan, men Stjørnan fall ongantíð í fátt og klaksvíkskvinnur bardu seg upp til støðuna 35-36, tá tað restaði ein hálvur minuttur. Stjørnan hevði eisini møguleika at javna, tá liðið vann bóltin í endanum av dystinum, men tíverri fyri klaksvíkskvinnur spurdist ikki mál burturúr. Tí er tað at kalla púra opið, hvat av hesum báðum liðum kann vinna seg í FM-finaluna, tá liðini aftur møtast til seinnu hálvfinaluna, sum verður í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið klokkan 18. Vinnur H71 tann dystin, so hava hoyvíkskvinnur vunnið seg í FM-finalurnar. Vinnur Stjørnan hinvegin dystin, so verður neyðugt við einum triðja dysti millum liðini. Tann dysturin verður leiktur í Hoyvíkshøllini í komandi viku – vinnur Stjørnan dystin komandi leygarkvøld. Hoyr her samrøðu við Janu Mittún, H71, og Sonju Sirdal á Bergi úr Stjørnuni. Sjúrður Hildarson Hoydal segði frá dystinum:
