Stjørnan og Team Klaksvík leggja saman

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í Klaksvík er ætlanin at leggja tey bæði hondbóltsfeløgini, Stjørnuna og Team Klaksvík, saman í nýtt hondbóltsfelag. Tað boða feløgini bæði frá.

Kunningarfundur um ætlanina verður mánadagin 17. mars klokkan 19:00 í skúlastovunum KÍ-høllini. Tá fara feløgini at leggja fram grundgevingar fyri samanlegging og framtíðarætlanir.

Feløgini hava seinnu árini samstarva nógv og hava millum annað havt felags ungdómsvenjara. Á myndini eru børn í báðum feløgum saman við ungdómsvenjarnum í 2024.

Hondbóltsfelagið Stjørnan varð stovnað í 1932, men um aldarskiftið gavst felagið við hondbólti fyri menn og dreingir.

Í 2006 kom í lív í manshondbóltin aftur í Klaksvík, tá ið Team Klaksvík var stovnað. Síðan hevur manshondbólturin í Klaksvík hevur verið skipaður í Team Klaksvík, og kvinnuhondbólturin hevur verið skipaður í Stjørnuni.

Nú eru so ætlanir um at leggja felagini saman.