SMS-deildin kvinnur
Stjørnan – EB 31 – 28 (15-16)
Stjørnan tók í kvøld móti EB í KÍ-høllini í Klaksvík, í einum dysti, sum helst er avgerandi fyri, hvat av hesum liðunum gerst nummar seks í SMS-deildini og harvið vinnur sær pláss í FM-finaluspælinum.
Dysturin gjørdist sera spennandi. í fyrra hálvleiki skiftust liðini um at vera frammanfyri, og í hálvleikinum førdi EB 15-16.
Í seinna hálvleik var Stjørnan fyri tað mesta framman fyri ein einum ella tveimum málum, men tá ið níggju minuttir vóru eftir javnaði EB til 26-26. Men Stjørnan fótaði sær aftur og vann dystin 31-28
Úrslitið hevur við sær, at Stjørnan á sætta plássi nú er eitt stig frammanfyri EB, og bæði liðini hava ein dyst eftir at spæla. Sunnudagin spælir Stjørnan móti VB í Vági, og EB spælir móti StÍF á Skála.
Mina Sirdal Henriksen skoraði 11 mál fyri Stjørnuna og Silja Geirsdóttir Eystberg skoraði 12 mál fyri EB.
SMS-deildin kvinnur
Stjørnan – EB 31 – 28 (15-16)
Stjørnan:
Mina Sirdal Henriksen 11, Tóra Eliasen 6, Ella Lionsdóttir Samson 4, Durita Karlsdóttir Ljósstein 3 (1) Joan Sørensen 2, Hanna Brandal 1, Jancy Jógvansdóttir Poulsen 3 (3), Osla Egilsdóttir Berg 1, Bergit Svarvdal, Mai Olivia Høgnadóttir, Julia Jónleifsdóttir Lydersen, Paula Á lakujni, Thea Angelika Nihlen
Útvísingar: Hanna Brandal : 1
EB:
Silja Geirsdóttir Eystberg 12, Sarita Petersen 6, Sigrid Eidesgaard 5, Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk 4, Talita Jeffrisdóttir 1, Nina Vuksanovic, Olivia Kruse, Sólveig Dahl, Kirstin Hummeland, Oda Weihe, Sára J. Magnussen, Sára Rúnadóttir, Rún T. Andreasen
Dómarar: Tummas Juul og Jógvan Skeel Nolsø
Stigatalva í SMS-deildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 20 | 715 | 447 | 268 | 40 |
H71 | 20 | 673 | 539 | 134 | 31 |
VÍF | 20 | 638 | 472 | 166 | 31 |
Neistin | 19 | 509 | 477 | 32 | 23 |
StÍF | 20 | 457 | 561 | -104 | 14 |
Stjørnan | 20 | 514 | 643 | -129 | 8 |
EB | 20 | 498 | 654 | -156 | 7 |
VB | 19 | 422 | 633 | -211 | 4 |