

“To be or not to be”
10.04.2024Seinastu dagarnar hava formenninir fyri Tjóðveldi og Sambandsflokkin roynt at skilmarkað, hvørt Føroyar eru eitt ordiligt land ella ikki – ella sum Tórbjørn Jacobsen tók til í sendingini: “To be or not to be”. Millum annað tað kjakaðust føstu gestirnir í Stjórnini um í sendingini hesa ferð, har enn einaferð var havt á lofti, um tíðin nú ikki er búgvin til at endurnýggja ríkisfelagsskapin. Norðurlandaráðið hevur havt evnisfund á Hotel Føroyum, og tað hevur, sambært Johan Dahli, víst, at Føroyar eru førar fyri at hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. – Tíðin og tíðarandin er búgvin til, at Føroyar, Áland og Grønland fáa fullan limaskap, sigur Johan Dahl. Partur 1 Partur 2

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)
Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.