Um vikuskiftið verður skipað fyri fólkafundi í ítróttarhøllini í Runavík.
Á fólkafunsinum luttaka politiskir flokkar og felagsskapir av ymiskum slag.
Eitt forvitnisligt tiltak er, at Stjórnin verður send beinleiðis av fólkafundinum í morgin klokkan 16.30.
Stjórnin verður vanliga send á FM1 hvønn mikudag eftir tíðindini klokkan 17, men hesaferð fáa áhoyrarnir á fólkafundinum høvi at seta spurningar til luttakararnar í Stjórnini.
Stjórnin viðger og ger viðmerkingar til politikk og samfelagsviðurskiftini í Føroyum.
Luttakar í Stjórnini vanliga eru Jóannes Ejdesgaard, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen.