Tú lurtar eftir

Stjórnin – dýrar sjúkrahússengur

17.04.2024

Tað kemur javnan fyri, at liðugt viðgjørdir sjúklingar ikki kunnu útskrivast, tí einki tilboð er at lofta teimum. Síðan Jessica Roswell, svenskur ráðharri í norðurlendskum samarbeiði, í Degi & Viku segði, at tað ikki kemur upp á tal, at Føroyar gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum, so hevur spurningurin um møguligar broytingar í ríkisrættarligu støðuni aftur verið uppi at vent – og serliga nú, tá ið danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur sagt, at tíðin er búgvin til ein nýggjan og tíðarhóskandi ríkisfelagsskap. Tøkugjaldið í alivinnuni verður eisini tikið upp í sendingini. Breiða semjan millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin leggur upp til eina samansetta skipan við bæði tøkugjaldi og partafelagsgjaldi. Men breiða semjan er ikki eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti, heldur Havbúnaðarfelagið, Havbúnaðarfelagið hevur í fleiri førum hevur víst á týdningin, at vinnan fær tryggar og varandi karmar at virka undir. Men karmarnir, sum breiða semjan leggur upp til, eru hvørki tryggir ella gagnligir. Gestir eru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen. Vertur er Árni Gregersen.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin – Politikkur á skák – Sum at hoyra lundar í bergi

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen umrøddu fíggjarlógina, pensiónsmálið, Suðuroyartunn…

17.12.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Biddaragongd á Christiansborg

Í Stjórnini í dag hava viðmerkjararnir Heðin Zachariassen, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard saman við v…

10.12.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Alt kann henda í einari banan republik

Fullmannaða stjórnin viðgjørdi politisku støðuna kring uppskotið um fosturtøku og tær broytingar, ið vóru gjør…

03.12.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Uppsøgd landsstýrisfólk eiga at vera burturvíst beinanvegin

Í Stjórnini í dag hava gestir Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen saman við verti Árna Gregersen diskutera…

26.11.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Hvøss skoðsmál til formannin í Fólkaflokkinum

Fullmannaða Stjórnin, Árni Gregersen, Heðin Zachariassen, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard viðgjørdu sá…

19.11.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Gera Noregi og Russland ein sáttmála, standa vit við brókunum niðri á knøunum

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen viðgjørdu tunnilsmálið, nýskipanarnevndina og fisk…

12.11.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Løgmaður vísti megi til at taka avgerðir

Í dag vóru broytingarnar í landsstýrinum og fyrisitingini viðgjørdar av fullmannaðu Stjórnini

05.11.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Kanningar heldur enn avgerðir

Stjórnin hevur í dag viðgjørt strandferðslumálini, ætlanina um at niðurleggja útbúgvingar á Glasi, um støðuna …

29.10.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Suðuroyar farleiðin

Fullmannaða Stjórnin hevur í dag viðgjørt m.a. Suðuroyar farleiðina. Gestir: Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesg…

22.10.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Frá fólkaræði til embætismannaverk

Friður í Gaza, ríkisrættarligastøða Føroya, og Suðuroyartunnilin vóru millum evnini í Stjórnini hesaferð. Full…

15.10.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Manglandi politiskt dirvi

Manglandi politiskt dirvi forðar fyri broytingum í Føroyum og hekkuportrið á Galaxy. Tað var millum evnini í S…

08.10.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Fólkaflokkurin blivin tann mest konservativi flokkurin

Tama tingviðgerðin av fosturtøkumálinum, konservativur fólkaflokkur, toppfundur í Keypmannahavn og fíggjarlóga…

01.10.2025
Stjórnin – Politikkur á skák – Hetta er sum 266b

Í Stjórnini hesuferð, var lógaruppskotið um fosturtøku og dronuaktiviteturin á flogvøllinum í Kastrup uppi at …

24.09.2025
Stjórnin – Politikkur á skák nr. 104 – Har eru ov nógvar nikkidukkur

Fullmannaða stjórnin, Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen, hava í dag k…

17.09.2025
Stjórnin – Politikkur á skák nr. 103

Stjórnin í dag var um niðurstøðuna hjá grein 6 nevndini um føroyskan limaskap í WTO. Eisini var støðan í miðey…

10.09.2025
Stjórnin – Politikkur á skák nr. 102

Fullmannaða Stjórnin hevur í dag viðgjørt heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum og um nýggju nevndina, ið løg…

03.09.2025