Tú lurtar eftir

Stjórnin – dýrar sjúkrahússengur

17.04.2024

Tað kemur javnan fyri, at liðugt viðgjørdir sjúklingar ikki kunnu útskrivast, tí einki tilboð er at lofta teimum. Síðan Jessica Roswell, svenskur ráðharri í norðurlendskum samarbeiði, í Degi & Viku segði, at tað ikki kemur upp á tal, at Føroyar gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum, so hevur spurningurin um møguligar broytingar í ríkisrættarligu støðuni aftur verið uppi at vent – og serliga nú, tá ið danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur sagt, at tíðin er búgvin til ein nýggjan og tíðarhóskandi ríkisfelagsskap. Tøkugjaldið í alivinnuni verður eisini tikið upp í sendingini. Breiða semjan millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin leggur upp til eina samansetta skipan við bæði tøkugjaldi og partafelagsgjaldi. Men breiða semjan er ikki eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti, heldur Havbúnaðarfelagið, Havbúnaðarfelagið hevur í fleiri førum hevur víst á týdningin, at vinnan fær tryggar og varandi karmar at virka undir. Men karmarnir, sum breiða semjan leggur upp til, eru hvørki tryggir ella gagnligir. Gestir eru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen. Vertur er Árni Gregersen.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin nr. 150 – amerikanska miðvalið og spariuppskotið hjá Fróða Magnussen

Árni Gregersen hevði aftur mannað panelið við Jóannesi Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðini Zachariasen. Ev…

04.11.2026
Stjórnin: Her fer einki at henda

Stillstøðan í Norðurlandaráðnum og tjóðarsemja vóru evnini í Stjórnini. Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobse…

28.10.2026
Stjórnin: Minni ein politikkari sigur, betri klárar hann seg í veljarakanningum

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen viðmerktu nýggjastu veljarakanningina og so vóru se…

21.10.2026
Stjórnin: Fíggjarlógin er út av lagi vánaligt handverk

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen vóru í fasta panelinum hjá Árna Gregersen í Stjórnini…

14.10.2026
Stjórnin trýr lítið uppá yvirskotið á fíggjarlógini

Sendistovur ella ikki, plenuklipparí og eingin greið ætlan hjá einari veikari samgongu. Fíggjarlógin var høvuð…

07.10.2026
Stjórnin: Politikkararnir skulu behaga øllum inn í ævinleikan

Fíggjarlógin fylti tað mesta í Stjórnini í dag. Vantandi politiskt dirvi er afturvendandi vóru teir tríggir Jó…

30.09.2026
Stjórnin: Eitt “show” at grønlendingar standa sum javnbjóðis undirskrivarar

Trygdaravtala við USA fylti nógv í dagsins Stjórn, sum aftur var fullmannað. Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jaco…

23.09.2026
Stjórnin: Sambandsflokkurin sleppur at renna línuna út

80 ár síðan fólkaatkvøðuna og støðan í ríkisfelagsskapinum í dag, høgrarák, og spenningar millum Evropa og Rus…

16.09.2026
Stjórnin: Man ivast í hvør er løgmaður í Føroyum

Føroyskar uttanríkisheimildir, løgmaður og PISA-kanning vóru evnini í Stjórnini í dag. Í fasta panelinum vóru …

09.09.2026
Stjórnin: – Vænti ikki nakar fer at lurta eftir nýskipanarnevndini

Íslendsk fólkaatkvøða um ES, sjálvboðin í eldrarøktini og nýggir limir í nýskipanarnevndini vóru evnini í Stjó…

02.09.2026
Stjórnin: Løgmaður kann koma út í kyksendi

Stjórnin kom aftur úr summarfrí og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaa…

26.08.2026
Stjórnin: Tingfólk fara ikki at tvinga kommunur saman

Í sambandi við nýggju veljarakanningina hjá Portalinum og FM1 varð Stjórnin kallað saman úr summarfrí. Hoyr da…

01.07.2026
Stjórnin: Løgmaður má stinga út í kortið og siga hvat hann vil

Nýggja danska stjórnin, føroysku fólkatingsumboðini, løgmaður má stinga út í kortið á ólavsøku, og tilbúgving …

03.06.2026
Stjórnin: Undrar ikki um ein grønur flokkur vinnur fram

Fiskivinnupolitikkur, rembingar í Javnaðarflokkinum kunnu føra til nýggjan flokk, og nýskipanarnevndin vóru mi…

27.05.2026
Stjórnin: Heldur løgreglan hondina yvir høgt sitandi fólki

Stjórnin viðgjørdi viðlíkahald hjá Landsverk, møguligan Kalsoyartunnil – og harvið raðfestingar – fiskiloyvi o…

20.05.2026
Stjórnin: Blandað bomm á skák

Væl upplagda panelið í Stjórnini tosaði hesaferð um OL-limaskap, tjóðarsemju og ikki minst um fiskivinnu…

13.05.2026