Hallið á fíggjarlógini er størst avbjóðingin hjá samgonguni. Tað var millum tað, sum teir tríggir Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen søgdu í Stjórnini – politikkur á skák í gjár.
Til umrøðu vóru heita politiska heystið, sum er fyri framman í føroyskum politikki. Tosað var um fiskivinnusáttmálan við Russland og lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg, sum gevur heimeild at banna ávísum russiskum skipum at fiska í føroyskum sjógvi.
Eisini varð tosað um støðuna í Ukraina og Ísrael.
Vertur var Árni Gregersen.
Hoyr sendingina her: