Avtalan um, at føroyingar 1. januar næsta ár fáa fult ræði á Íløgugrunninum – tað, sum fyrr kallaðist 60-milliónagrunnurin, fekk góða undirtøku millum teir tríggjar fyrrverandi politikararnar, sum manna sendingina, “Stjórnin – politikkur á skák” á FM1.
Grunnurin var upprunaliga ætlaður til at veita pening til at útbyggja undirstøðukervið í Føroyum.
Samstundis, sum løgmaður boðaði frá, at grunnurin verður yvirtikin, sigur hann, at pengarnir – umleið 700 miljónir krónur – skulu býtast í helvt.
Helvtin skal brúkast til at útbyggja terminalin á flogvøllinum í Vágum, og hin helvtin fer til møguliga Suðuroyartunnilin.
Jóannes, Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen, sum manna sendingina Stjórnin á FM1, vóru í sendingini í gjárkvøldið samdir um, at tað er skilagott at brúka pengarnar til tey endamál, sum løgmaður hevur sagt.
Teir løgdu afturat, at við at seta 350 milliónir í ein Suðuroyartunnil, so nærkast tann verkætlanin nógv at gerast veruleiki.
Hoyr sendingina her:



